Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Georg L. Petersen hevur drúgvar royndir í miðlaheiminum. Hann hevur starvast sum ábyrgdarblaðstjóri og blaðstjóri á Dimmalætting og sum tíðindaleiðari í SvF. Í mong ár var hann redaktørur á Degi og Viku og vertur í kjaksendingum.

Georg er útbúgvin Cand.public, sum er ein kandidatútbúgving innan journalistikk, frá Lærda Háskúlanum í Aarhus. Hann hevur eisini lokið journalistútbúgvingina á Journalistháskúlanum í Aarhus.

Á yrkisleiðini hevur hann staðið á odda fyri fleiri stórum broytingum, m.a. tá Dimmalætting gjørdi seg politiskt óhefta av Sambandsflokkinum. Umframt tað hevur hann ment fleiri konseptir á Dimmalætting og innan sjónvarpstíðindi.

Í 2012 gav Georg L. Petersen út bókina “Føroyingar í kríggi – ein frásøgn av hermótinum í Afghanistan”. Bókin var eitt úrslit av samstarvi millum Dimmalætting og Kringvarp Føroya.

Georg er 52 ára gamal. Hann er giftur og eigur tvey børn.

Georg tekur við sum tíðindaleiðari eftir Heina Gaard, sum hevur verið virkandi tíðindaleiðari. Georg L. Petersen tekur við starvinum beinanvegin.

Tríggjar umsóknir vóru til starvið.

Kári Sólstein er settur í starv sum deildarleiðari fyri Mentan til 31 oktober 2020. Hann er útbúgvin lærari og journalistur. Kári Sólstein hevur nógvar royndir innan miðlaarbeiði. Í 2002 varð hann settur í starv í Útvarpi Føroya, og hann hevur starvast í ÚF og KvF síðani.

Kári Sólstein hevur m.a. gjørt barnasendingar, morgunsendingar og dokumentarsendingar, umframt at hann hevur staðið fyri framleiðsluni av fleiri stórum kringvarpsframleiðslum. Hann hevur fingið miðlaheiðursløn fyri sendirøðina “Vitan”.

Kári Sólstein hevur verið starvsfólkaumboð í kringvarpsstýrinum og var eitt skifti í 2018 virkandi stjóri í KvF.

Kári er 44 ára gamal. Hann er giftur og eigur tvey børn.

Fýra umsóknir vóru til starvið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo