Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Onnur tíðindi

George Herbert Walker Bush fer í søguna sum ein tann mest effektivi forsetin, USA nakrantíð hevur havt. Men nógv kallaðu hann tann mest óhepni forsetin, tá veljararnir í 1992 vrakaðu hann eftir bert fýra ár í Hvítu Húsunum og í staðin valdu Bill Clinton. 

Tað gjørdu teir, hóast hann øll fýra árini var sera væl lýddur fyri innanlands at fremja stórar nýskipanir og uttanlands at vera høvuðsmaðurin tá Berlinmúrurin fall í 1989 og tá hann við átakinum Operation Desert Storm eftir nærum ongari tíð rak Saddam Hussein og Irak úr Kuwait. Bara 148 amerikanskir hermenn lótu lív.

Tað var bara tað, at Bill Clinton hevði eitt fólkatekki sum fáur og dugdi so væl at føra valstríð.

George H.W. Bush var pápi George W. Bush (v.m. á myndini) sum í 2000 vann forsetalið. Tað var fyrstu ferð síðani 1824 at sonur ein forseta gjørdist forseti.

George H.W. Bush hevði Parkinson sjúku. Konan, Barbara, doyði í apríl, og síðani hevur hann ikki verið at sæð alment. Tey bæði vóru gift í 73 ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo