Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Útlendis ítróttur

Ísland skal møta Argentina, Danmark skal møta Fraklandi, meðan Svøríki skal møta Týsklandi. Ongland skal møta Belgia.

Hetta er greitt, eftir at lutakastið til til HM-endaspælið í Russlandi næsta ár hevur verið á skránni í Moskva í dag.

Ísland fekk ein sera truplan bólk, meðan Ongland kann vera nøgt við sín bólk.

Danmark kann helst vera lutfalsliga væl nøgt við lutakastið, meðan Svøríki skuldi havt ein møguleika at leikt seg víðari til 1/8-finalurnar - um enn bólkurin hjá teimum er í truplara lagi.

HM-bólkarnir eru hesir:

Bólkur A: Russland, Saudi Arabia, Egyptaland og Uruguay

Bólkur B: Spania, Portugal, Marokko og Iran

Bólkur C: Frakland, Avstralia, Peru og Danmark

Bólkur D: Argentina, Ísland, Kroatia og Nigeria

Bólkur E: Brasilia, Sveis, Kosta Rika og Serbia

Bólkur F: Týskland, Svøríki, Meksiko og Suður Korea

Bólkur G: Belgia, Panama, Tunesia og Ongland

Bólkur H: Pólland, Senegal, Kolumbia og Japan

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo