At vera eydnuríkur er at hugsa rætt
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Í videobrotinum "Vikings Quest", sum Green Renaissance hevur gjørt, greiðir kendi rógvarin - og listamálarin - Livar Nysted frá Hvannasundi frá, hvat tað var, sum fekk hann at fara undir at rógva um Atlantshavið í tveimum umførum og síðan um Indiska Havið í 2013.

Livar Nysted, sum hevur sett fimm heimsmet innan rógving á heimsins høvum, slær fast í videobrotinum, at hann hevur valt at møta tí, sum hann ber ótta fyri, tí hann vil ikki liva eitt lív, sum hann seinni kemur at angra.

- Eg eri bangin fyri ikki at gera tað, sum eg havi hug til, tí eg komi at angra tað, sigur hann millum annað.

- Ofta, so royna vit at skáka okkum undan at gera tað, sum vit bera ótta fyri. Men gera vit tað, so lata vit hendan óttan halda okkum frá at gera tað, sum vit veruliga brenna fyri.

- So ger upp við tín ótta og far eftir tínum dreymum, eru ráðini hjá Livari Nysted.

Tað var á ferðini um Norður Atlantshavið í 2010, at báturin hjá Livari Nysted og teimum, sum hann róði saman við, í tveimum umførum holvdist. Menninir hóraðu tó undan báðu ferðirnar og komu vegin fram eftir 43 døgum.

Á hesari ferðini slógu teir tvey heimsmet.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo