Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Týsdagin verður skipað fyri stórum fjepparatiltaki í samband við landsdystin hjá kvinnum millum Føroyar og Turkaland - Mynd: www.fsf.fo

FSF: Tað verður gjørt nógv burturúr. Øgiliga nógv. Tá føroysku kvinnurnar bresta saman við Turkalandi týsdagin klokkan 13:00, hevur føroyskur fótbóltur søguligan møguleika at vinna seg víðari. Og fyri fjeppararnar verður nógv gjørt burturúr, so eingin eigur at seta seg aftur.

- Nú eru vit komin so langt, og tí hava vit saman við góðum stuðlum avrátt, at tað skal gerast nógv fyri, at fólk koma á Tórsvøll. Vit vilja geva eitt tllboð ókeypis til alla familjuna. So fáa kvinnurnar tann stuðulin, tær so avgjørt hava uppiborið, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya.

Atlantic Airways, Føroya Tele, Bakkafrost og Betri bjóða saman við Føroya Bjór og MBM ókeypis kakao og bollar, laksarættir og sodavatn. Umframt tað vera kappingar á skránni, har áskoðararnir hava møguleika at vinna ein flogferðaseðil og landsliðsblusur. Harafturat skipar Skansin fyri andlitsmáling.

Tiltakið er ókeypis og byrjar klokkan 12:15. 

Roknað verður við góðum líkindum undir taki á Tórsvølli, og roknað verður við fitt av fólki. Avmarkað mongd av mati og drekka verður at fáa, og tískil ræður um at møta í so góðari tíð sum gjørlligt.

Koyr á, Føroyar!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo