Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Krutl

Fólkakirkjan: Vit hava í dag Bíbliuna bæði sum bók, á fløgum, filmi og aðrastaðni við. Men ber til røkka longur út við Bíbliuni? Og ja, - hvussu fær ein fatur á nútíðar føroyinginum anno Domino 2018?

Hetta var nakað av tí, sum lá til grund fyri eini verkætlan hjá trimum næmingum í 9. flokki. Tær tríggjar genturnar úr Fuglafirði - Katrina Vang, Anne-Lise Kærsgård og Bodil á Boðanesi – høvdu fríggjadagin 12. oktober eina framløgu av hesum nýbrotinum.

Tær hava stutt sagt gjørt – ella rættari sagt: eru av álvara byrjaðar at gera eina bíbliulesi-app á føroyskum.

Ein slík app er í roynd og veru ein ljóðbók, har ein millum annað kann hoyra brot lisið úr Nýggja Sáttmálanum, sum serliga er ætlaður ungum og teimum, sum ikki eru so væl kend við bíbilsku frásagnirnar.

Umframt hetta ber somuleiðis til at fáa eitt bíbliuorð til dagin inn á telefonina. Appin eitur FSH, ið er ein stytting av tríeindini - Faðir, Sonur og Heilagur Andi.

Les meira her 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo