At reka handil uttan at lýsa er sum at blunka til eina kvinnu í myrkri
- Stuart H. Britt
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Tvøroyrar kommuna: Í góðveðrinum í gjár, rokaðust teir báðir arbeiðsmenninir hjá Teknisku Deild í Tvøroyrar Kommunu, Jón Michael og Jack, við at rigga ein drátt til fyri endan á gomlu bedingini á Tvøroyri.  Drátturin hevur eitt annað endamál, enn tann drátturin, ið varð gjørdur í 1894, tá Føroya Fyrsta beding, “Færøernes Ophalingsbedding”, varð sett á stovn.

Økið hevur ligið heldur stilt seinastu mongu árini. Fyri stuttum gjørdi Bakkafrost tó atløgubryggju til alibátarnar beint við og eisini er ávíst virksemi í gomlu bygningunum hjá “bedingini”, ið hon vanliga verður nevnd.

Nú verður so meira lív í aftur, í hvussu er fyribils. Tað er eingin loyna, at umstøðurnar hjá kappróðrarfelagi okkara, Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, eru ikki av teimum bestu. Risastóru útbyggingarnar á havnarlagnum á Tvøroyri hava gjørt, at gamla neystið hjá FSR ikki er hóskandi til tað brúk, ið felagið hevur tørv á. Í skrivandi stund verður arbeitt við at fáa bygt nýtt neyst til felagið, men inntil tá, so standa bátarnir í nøkrum bingjum. Mett var, at tað var ikki nóg trygt at lata bingjurnar standa mitt í ídnaðarøkinum á Tvørakei. Tey ungu hava sína dagligu gongd oman til bátarnir og tað hóskar ikki saman við tungari ferðslu, trukkum, skipavirksemi og øðrum.

Nú verður so ein fyribils dráttur gjørdur til kappróðrarfelagið og er tað okkara vón, at hann verður felagnum til stóra gleði, tað tíðarskeiðið, ið er eftir, til nýtt og stásiligt neyst stendur klárt. Arbeiðið er væl frágingið frá Teknisku deild og drátturin sær heilt gott út.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo