Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Onnur tíðindi

Tekniska fyrisitingin fer nú at gera tekniskar og fíggjarligar kanningar av møguligum parkeringstunli undir miðbýnum í Havn, sum í skitsuuppskoti verður mettur at verða umleið ein kilometur langur og hava pláss fyri umleið 700 parkeringsbásum.

Stórur tørvur er á parkeringsplássum í Havn, og fleiri loysnir hava verið umrøddar. Trupult er at fáa nøktandi parkeringsøki í miðbýnum, tí tætt er bygt, og infrakervið hevur trupult at bera tað nógv øktu ferðsluna.

Týdningarmikið er, at kanningarnar av einum møguligum parkeringstunli verða samskipaðar við aðrar leiðingar, sum væntandi skulu farast undir komandi árini. Eitt projektarbeiði er longu gjørt í sambandi við gerð av tunli undir jørð til dagføring av leiðingunum til býin.

Ein innanhýsis arbeiðsbólkur verður nú settur til at gera eina yvirskipaða tørvslýsing av møguligum parkeringstunli, leiðingum o.a., og ein ráðgevi verður settur til at gera eitt skitsuprojekt, kostnaðarmeting v.m.

Mett verður, at arbeiðið at gera tørvslýsing, skitsuprojekt og kostnaðarmeting fer at kosta um hálva miljón. Málið var fyri í fíggjarnevndini í farnu viku og varð einmælt samtykt, og varð eisini samtykt á býráðsfundi nú í kvøld.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo