Í mínum arbeiði á sjógvi og landi havi eg hitt teir bestu gentilmenninar í ketildrakt og teir størstu skálkarnar í 'kjóla og hvítt'
- Richard B. Thomsen í Dansk Forfatterforening
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Grevstrararbeiði er farið í gongd í sambandi við gerð av nýggjari spillivatnsleiðing í vegnum í Homrum.

Hetta er partur av dagføring av verandi kloakkviðurskiftum í Kollafirði. Leiðingin verður bundin í nýløgdu spillivatnsleiðingina niðanfyri í Homrum 17.

Komandi arbeiðsøkið verður frá uttara enda á gamla kirkjugarði og niðan til sethúsið á Tódnesi 1 – umleið 200 metrar til longdar.

Arbeiðið fevnir um grevstur fyri, legging og tyrving av eini leiðing, umframt asfaltering av vegi. Eingin gjøgnumkoyring verður frá kl. 8-16 í tíðarskeiðinum tá arbeitt verður. Tó verður koyrandi sum vanligt leygardag, sunnudag og aðrar almennar frídagar.

Høvuðsarbeiðstakari er Maskingrevstur Sp/f v/ Frank Hellisdal. Arbeiðið væntast at verða liðugt fyri 1. September 2018.

Í sambandi við arbeiðið verður bussleiðin umløgd og koyrir eftir landsvegnum, frá Kjalnesi til Við Sjógv.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo