Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Vinna

Í gjár vóru eg og varaborgarstjórin Hallmar á fundi í Tórshavn saman við Poul Michelsen landsstýrismanni í vinnumálum og Høgna Hoydal landsstýrismanni í fiskivinnumálum.

Hesin fundur snúði seg um rættindini hjá virkinum í Skopun

Fundurin var góður, vit høvdu eitt gott prát, hesir vildu avgjørt vísa vælvild.

Men trupulleikin er tann, at tað er bara uppisjóvarfiskur, sum verður útlutaður, men tað ber til at umbýta soleiðis, at virkið í Skopun fær botnfisk í umbýti, tað kemur til sjóndar tá útlutað verður.

Og tann, eg havi tosað við fær møguliga menningarkvotu.

Í skrivandi stund eru í seinasta lagi 66 dagar til valdagin.

Tað kann, í sjálvum sær, gera nakað av fortreð, men eg kenni tað politisku skipanina sera væl eftir uml. 14 árum í landspolitikki.

Tað fer nokk at bera til politiskt, at gera eina lógarbroyting soleiðis, at virkið í Skopun fær nakað av botnfiski, eg trúgvi einki uppá at nakar verður ímóti tí.

Eg havi sum so ikki nakra loysn, men:

1. at virkið fær rætt til eitt par (partrolarar) er ein sera góð loysn

2. hin møguleikin er, at vit í.s.v. uppisjóvarfiskin koma vit í Skopun inn í myndina

3. at tann frysti fiskurin er ein succes hjá virkinum, men tó ikki nokk, men gott afturat

Ja, ja, sum sagt um tveir mánaðir er val, eftir tað verður beinanvegin farið at tosað við tey í tí politisku skipanini, høgra ella vinstra líka mikið, eg trúgvi at øll kenna okkara trupulleika, men latið okkum ikki brúka hetta politiskt, men gleðast øll av hjarta.

Gerhard Lognberg
borgarstjóri
Skopunar Kommuna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo