Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Lesarin skrivar

Tað tikist, sum virðingin fyri Sandoynni er í minna lagið!

Teistin liggur í Skopunarfirði og rekur, við maskinbreki, tað kunna teir/tey so einki gera við, men at høvuðstíðindasendingin á middegin ikki sigur eitt orð um tað, er ikki í lagið.

Teistin er okkara asfalt fyri, at sleppa víðari til og frá.

Hvat hugsar Strandferðsln fyri sær?

Fólk í hópatali, sum skulu í flúgvaran, stóðu sum rissa yvir deyðum fili.

Hvat siga løgtingsumboð ella borgarstjórar, Strandferðslan um so lítla virðing, at man ikki so frætt tímur at kunna okkara borgarar?

Sjálvandi skuldi eitt fartoyð verið sett inn beinanvegin!

Hitt, at siga at einki er, tað er ikki okkara trupulleiki í 2018.

p.s. Tað er so sanniliga ikki øll, sum hava hasa sms-skipanina, hvat er trupulleikin at brúka miðlarnar.

Gerhard Lognberg
borgarstj.
Skopunar Kommuna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo