Ein vísur maður tosar, tí hann hevur okkurt at siga. Ein dári tosar, tí hann má siga okkurt
- Platon
Politikkur

Fyrispurningur um skerv- og sandsølu í Sandoynni, settur Akseli V. Johannesen, løgmanni, sum fyribils umsitur samferðslumál, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)   

• Hvat ætlar løgmaður at gera fyri at tryggja, at skervur og gróttilfar framvegis kann fáast til keyps í Sandoynni?

Viðmerkingar
Í nógv áratíggju hevur borið til at keypt skerv og gróttilfar í Sandoynni, men nú er Landsverk givið við virkseminum á Múlanum millum Sand og Skopun. Hetta er eitt stórt afturstig fyri byggifyritøkur, entreprenørar og einstaklingar í oynni.  

Landsverk hevur áður upplýst, at virksemið fór at halda fram, men nú frættist, at politiski myndugleikin vil ikki brúka pengar til hetta virksemið.  Flestu privatfólk keypa vanliga bara smáar nøgdir hvørja ferð, og hetta merkir, at tá tey til dømis skulu hava eitt less av skervi, fer tað at kosta upp í 4.000 krónur pr. kubikk.  

Tí verur spurt, hvat løgmaður ætlar at gera fyri at tryggja, at skervur og gróttilfar framvegis kann fáast til keyps í Sandoynni.

Á Løgtingi, 7. november 2018
Gerhard Lognberg

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo