Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Lesarin skrivar

Havi ongantíð ivast í frælsinum at ganga í Føroyum, og tí búgvi eg her. Men seinnu árini eri eg farin at troyttast av hesum ivanum sum stingur seg upp við jøvnum millumbilum, nú festarar, ognarar og umboðsmenn av hagapørtum hava hug at javnseta hagapartar, ja heil fjøll og oyggjar, við privat grundstykkir.

Nú kenni eg meg, eins og flest allir føroyingar, nógv væl útbornan til at hava skil fyri hvussu eg skal bera meg at, í lembing, í haru tíðini, tá grasi er sítt, og so frameftir. Dugi heldur ikki at síggja at tað skal verða nøkur líkning, sum elvir til heila-skamlop, at fáa ferðafólk at ganga eftir ein smalari rás niðan á Slættaratind, út á Bøstalafoss ella út í Mykineshólm. Og møguliga læsa fyri onkuntíð. Spurningurin er ivaleyst, hvør skal rinda fyri gøtuna, og hvør skal steingja fyri, tá tað er neyðugt.

Men óendaliga prosessin, tankin, upplýsingar- og fólkaræðistankin, hetta at “vit eiga øll Føroyar”, eigur og má standa omanfyri alt. Síðan kemur náttúruvernd, verja av landbúnaðinum og rætturin at ganga og ferðast allastaðni. Raðfylgjan tilvildarlig. Og her má tað almenna taka dirigentstavin, beinanvegin. Her eigur alt at setast inn at verja náttúruna ímóti “áganginum” av ov nógvum ferðafólki, og okkum borgarar, rættin at ganga í Føroyum. Gerst tað hinvegin tvørligt og bureaukratisk at ganga í okkara egna landi, kunnu vit eins væl flyta inn um eitt hegn í Los Angeles.

Tí nú kongstankar eru um at vaksa upp um høvdi á onkrum festarum og ognarum, og fámannaveldi stingur hógvarnar undan, er tíðin komin at gera greitt hvar skápið skal standa.

Við fólkarætti, upplýsingartíðini og søguligu demokratisku tilgongdini í huga, so er Løgtingi evsti myndugleiki. Eg meini so við, í ytsta konsikvensi, so havi eg ikki størri vald á mínum egna grundstykki enn so, at um kommunan ella landi hevur aðrar ætlanir (nóg stórar sjálvandi) við økinum, so má eg víkja, -sjálvandi!

Og nú tað almenna hevur sprænt stóra upphæddir eftir marknaðarføring, til gagns fyri onkran og ampa fyri onnur, so eigur tað almenna, saman við kommunum, ognarum/festarum og einstaklingum, næsta leikin: at tryggja eina felags mannagongd fyri hvussu ferðafólkini (og hvussu nógv!!) kunnu brúka felags tilfeingi, náttúruna. Júst sum stovnsrøkt av burðardyggari fiskivinnu. Men evsti myndugleikin, tað almenna, má ganga fremst, tí eingin annar megnar tað skilagott.

Tað má ikki koma hartil at festarar og ognarar, við grundgevingum sum peika í allar ættir, fara at stongja partar av okkara landið. Og síðan selja atgongumerki sum til bryggjudans, fyri at ganga í Føroyum. Tað er líka ringt sum at ferðafólk traðka, gløða og blitsa landið niður.

Tað einasta sum eigur at forða mær at ganga ella ferðast allastaðni í Føroyum, eru alment gagnligar & vísindaligar grundgevingar sum verja eina burðardygga náttúru. Og landbúnað, sjálvandi. Og tað kann bert ein almennur myndugleiki gera. Ongin annar. Alternativið er kaos! 

Jógvan Óli á Fríðriksmørk

Sjónarmiðið er upprunaliga skrivað á facebook, men er endurgivið við loyvi frá Jógvan Óla á Fríðriksmørk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo