Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Krutl

Ymiskt er, hvat útlendsku gestirnir halda vera hugtakandi við Føroyum.

Miðilin Female First hevur gjørt ein lista við 10 tingum, sum tey halda vera spennandi við Føroyum.

Nevnt verður eitt nú, at telefonnummarið hjá løgmanni stendur í telefonbókini, at tú ongantíð er longur burtur frá sjónum enn 5 kilometrar og at seyðurin gongur við endurskini, so bilførarar lættari skulu síggja hann.

Sjálvandi er áhaldandi trongdin hjá føroyingum at taka málið í egnar hendur, tá Google ikki vil vita av okkum, seinast við átakinum faroeislandstranslate (myndin), eisini nevnt.

Síggj allan listan her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo