Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Vinna

Hann eitur Sven Broeckx, er svii, og ferðast kring allan heimin at taka myndir av landslagnum.

Myndir, sum hann hevði sæð úr Føroyum, vaktu hansara áhuga, men tá hann kom her í august mánað í ár, vóru summar av upplivingunum, hann hevði, so neiligar, at hann í bloggi sínum spyr, um tað er tað vert.

Um Føroyar eru tann dreymurin, hann helt, fyri myndafólk, ella um talan í veruleikanum er um eina marru.

Sum skilst er tað serliga ógreiðu reglurnar um, hvat ber til og ikki tá tú ferðast uttanfyri bøgarðarnar, sum hava argað útlendsku ferðafólkini, sum vóru 7 í tali.

Í Saksun sigur hann frá hesi hendingini:

- Tað tók ikki langa tíð til ein illur maður kom og segði okkum, at vit skuldu gjalda 350 evrur, annars ringdi hann eftir politinum. Vit fingu samrátt okkum til at gjalda 50 evrur, men fingu samstundis boð um at rýma umgangandi. Upp á ein máta skiltu vit hann, tí har koma sikkurt nógv ferðafólk hvønn dag. 

Tá tey skuldu vitja Kallin í Kalsoy var eftir øllum at døma ikki samsvar ímillum, hvar almenna skeltingin segði, tey kundu ganga, og tað sum skeltingin hjá privatu jarðareigarunum á staðnum segði.

Og tá tey skuldu taka myndir av Drangunum í Vágum gekk heilt galið, og alt endaði í klammaríi við ferðaleiðaran.

Niðurstøðan hjá svenska fotografinum er, at hóast tað helst er at taka munnin ov fullan at kalla Føroyar fyri eina marru, so er avgjørt heldur ikki talan um nakran dreym.

- Fyri meg sá tað mest út sum ein dreymur á sosialu miðlunum, endar Sven Broeckx.

Les bloggin hjá Sven Broeckx her

VP hevur biðið um viðmerkingar frá Guðrið Højgaard í Visit Faroe Islands og teimum sum vara av hiking.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo