Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

8. mars 2019:

Í vikuni almannakunngjørdi Amnesty International frágreiðing: “Gevið okkum virðing og rættvísi!” Frágreiðingin viðgerð støðuna í Danmark í samband við neyðtøku. Í frágreiðingini verður staðfest, at Danmark tørvar nýggja neyðtøkulóggávu, sum verjir ofrini nógv betur enn í dag. Harafturat vísir Amnesty á, at tað er stórur tørvur á upplýsing og útbúgving um kyn og kynsleiklutir fyri at mana burtur fordómar í skipanini. Hetta er viðkomandi á øllum stigum í samband við eitt mál um neyðtøku. Endaliga staðfestir Amnesty í hesi frágreiðing týdningin av at bjóða ungum nøktandi seksualundirvísing, sum eisini fevnir um hugtakið samtykki og um grundleggjandi kropslig rættindi.

Veruleikin í Danmark er tann, at ímillum 5.100 – 24.000 neyðtøkur ella neyðtøkuroyndir fara fram árliga. Bert 890 verða meldaðar til løgregluna. Og 94 enda við einum dómi. Hetta fær Amnesty til at siga, at tað nærmast valdar revsifrælsi fyri eitt av grovastu mannarættindabrotunum, sum fer fram í okkara landi.

Flestu av kritisku viðurskiftunum, sum henda frágreiðing viðger, eru eisini galdandi fyri Føroyar. Vit hava líknandi lóggávu og løgreglan er undir donskum myndugleikum. Tó eru viðurskifti, ið Føroyum, sum gera, at støðan hjá einum, sum hevur verið fyri neyðtøku, er enn verri, tí í Føroyum er ikki  møguligt at fáa eina kanning, har møgulig prógv verða goymd, um tú ikki hevur meldað málið til løgregluna.

Amnesty Føroyar hevur ítøkilig krøv til broytingar bæði í samband við mannagongdir hjá myndugleikunum og til lógarverkið, men ikki minst til tørvin á nøktandi upplýsing um rættindi og atgongd til seksualundirvísing. Eitt evni, sum Amnesty saman við Fólkaheilsuráðnum, Sig Frá, Apoteksverkinum, SSP og Gigna gjørdi greitt í samband við Viku Sex í 2019.

Í mai 2019 fer Amnesty Føroyar at skipa fyri almennum fundi, har hetta álvarsama evnið verður viðgjørt, tí Føroyar eiga at gerast nógv betur til at lofta ofrum fyri neyðtøku og at fyribyrja, at eitt av grovastu mannarættindabrotunum nærmast er revsifrítt í einum so framkomnum landi, sum okkara, har javnrættini grundleggjandi verða vird.

FRÁGREIÐINGINA HJÁ AMNESTY DANMARK KANN LESAST HER: https://amnesty.dk/nyhedsliste/2019/amnesty-rapport-dokumenterer-udbredt-voldtaegtskultur-i-danmark

Vit síggjast í mai!

Góðan altjóða Kvinnudag!

Amnesty International Føroyar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo