Ofta býr fals undir fríðum skinni
- Føroyskt orðatak
Vágatíðindi

Í morgin árla klokkan 8 verður eitt niðurlendskt par gift uppi á Trælanípuni í Miðvági.

Hetta er helst fyrstu ferð at nakar er giftur á Trælanípuni.

Og tað verður Ari Seward sum fer at spæla undir hátíðarløtuni á hesum vakra stað.

Ari Seward sigur við VP, at niðurlendska parið fann seg á heimasíðuni Brúdleyp.fo, og tá ið tey spurdu, um hann vildi spæla fyri teimum, so svaraði hann, at tað vildi hann fegin.

VP fer at fáa myndir frá løtuni í morgin, eftir at niðurlendska parið er gift.

VP hevur skilt í kvøld, at klokkutíðin er broytt til klokkan 11.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo