Summi spreiða gleði allastaðni har tey koma. Onnur, tá tey fara
- Oscar Wilde
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Leiðslan í Manchester United heldur ikki at José Mourinho er rætti maðurin at taka yvir eftir van Gaal, tí Mourinho er ikki so hugaður at geva ungum leikarum ein tjans.

Tað skrivar enski miðilin Mirror.

Sambært miðlinum verður tað ístaðin Ryan Giggs sum verður eftirmaður van Gaals, og tað verður ikki fyrr enn eftir næstu sesong at hann tekur yvir.

- Tað eru fleiri ungir leikarar sum vilja sleppa til Manchester United næstu sesong tí teir vita, at eg gevi teimum ein møguleika, segði van Gaal á einum tíðindafundi nýliga, sum so eisini merkir, at niðurlendingur verður venjari sáttmálan út.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo