At vera eydnuríkur er at hugsa rætt
- úr Børkuvísum
Vinna

Mynd: VP

Hagstovan: Tað vóru 128.330 skrásettar gistinætur í gistingarhúsum tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár.

Tað eru 5.528 ella 4,3% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Samstundis var talið av innskrivingum av persónum í gistingarhúsini 52.232, ið er umleið tað sama sum í fjør. Sostatt var miðallongdin av gistingartíðini nakað longri enn í fjør.

Ein triðingur av gistingunum vóru hjá ferðafólki úr Danmark, ein fimtingur úr øðrum Norðurlondum, ein annar fimtingur úr øðrum londum í Europa, aftur ein knappligur fimtingur úr Føroyum og tey síðstu 8% úr londum uttan fyri Europa.

Í ár hendi eisini ein merkisverd broyting í samansetingini av gestunum, har talið av teimum við starvsferðarørindum vaks við meir enn 50%, meðan tey, sum gistu við frítíðarendamáli, vóru 15% færri.

Tað eru eisini broytingar í tølunum millum Suðurstreym og Føroyar annars. Í Suðurstreymi økjast gistingarnar við umleið 5.500, men tær eru óbroyttar í Føroyum annars. So at nú eru stívliga 70% av gistingunum í Suðurstreymi.Verður hugt eftir innskrivingum, eru gott 2.500 fleiri  í Suðurstreymi men slakar 2.700 færri í Føroyum annars.

Í hagtølunum sæst eisini, hvussu innskrivingar hjá fólki á gistingarhúsum eru býttar eftir endamáli við ferðini. Her er endamálið býtt í tvey, frítíðar- ella starvsferð.

Her er ein merkisverd broyting hend frá 2017 til 2018, serliga í øðrum og triðja ársfjórðingi. Samanlagt fyri hesar tríggjar fyrstu ársfjórðingarnar hendi ein umskaring millum talið av innskrivingum hjá fólki í frítíðarferð og fólki í starvsferð, soleiðis, at talið av starvsferðarinnskrivingum vaks við umleið 7.500, meðan talið av frítíðarinnskrivingum minkaði við umleið 5.500.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo