Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Lesarin skrivar

Óskilið hjá umsitingarleiðaranum, borgarstjóranum í Runavíkar kommunu, er verri enn gott er. Í dag havi eg, við lutakasti valt, hvat mál eg skal greiða borgarunum í Runavíkar kommunu frá. Øll skilja, at tá neyðugt er at raðfesta málini um óskil í býráðnum, so krevur støðan bata.

Busskýlið á Glyvrum
Í fjør varð eitt busskýlið, sum brotnaði í illveðri, sett uppaftur. Hetta busskýlið stendur tætt við Á Handilin á Glyvrum. Tað stuttliga við hesum er, at landið eigur busskýlið, men Runavíkar kommuna hevur sett tað upp og goldið hetta sama busskýlið. Sjálvandi er tað gjørt uttan at verða samtykt. Tað hevur ikki ein gongd verið í nakrari nevnd.

Skjølini í málinum vísa, at fundur er, um hetta skýlið, millum umsitingina og Landsverk. Landsverk greiður frá, at teir hava onga játtan til at byggja busskýlið, sum brotnaði ein illveðursdag. 

So heldur umsitingin, at tað er skilagott at kommunan bæði ger og rindar hetta skýlið. 

Málið hevur ongantíð verið fyri í Teknisku nevnd. Málið hevur ongantíð verið fyri í býráðnum. Tað er sjálvandi tí, at eitt busskýli hjá Landsverk hevur onki at gera við politiska mynduleikan í kommununi.

Sjálvandi krevst loyvi frá umsitingini at seta tað uppaftur.

Umsitingin kom til, at av tí, at busskýlið stóð bert 100 metrar við síðuna av gamla busskýlinum, so krevst eitt byggiloyvið.

Tað vil siga, at onki lógligt byggiloyvið er givið til busskýlið og kommunuskassin hevur ólógliga fíggja eitt busskýli hjá Landsverk. 

Í Fíggjarnevndini í Runavíkar kommunu sita Kári E. Jacobsen, toppur í Bakkafrost og Helgi L Petersen, toppur í tryggingarfelag. Ongin sigur nakað. 

Sjálvandi endar kommunan ikki í fíggjarligum óføri av einum busskýli. Men samfelagið kann skjótt fáa trupulleikar um stórstu feløg í landinum verða stýrd eins tilvildarliga og Runavíkar kommuna. 

Í Runavíkar kommunu er tað so nógv sum er øðrvísi. Nú hugsa tit kanska um borgarstjóran.

Tað geri eg eisini. Borgarstjórin sparir ongan. Higartil hevur tað eyðnast væl. Tað sita 9 fólk og stuðla honum, tí tey tora ikki annað. Hvat skulu starvsfólkini so siga?

Borgarstjórin hóttir jú alt og øll, sum ikki eru samd. Fjølmiðlar verða hóttir. Býráðslimir renna undan.

Starvsfólk skulu hava breyð á borðið hvønn dag og tí kunnu tey onki gera, uttan tað, tey verða biðin at gera. Hetta er sjálvandi ikki nøktandi. 

Hetta skal ikki skiljast sum at nakar hevur gjørt nakað galið. Hetta er bara ein staðfesting av at “checks and balances” ikki er á nøktandi støði. Tá kommunala eftirlitið samstundis hevur óavmarkað góða tíð, so er ongin hjálp at heinta frá teimum. Og so duga øll at skilja, at tað er onki, sum forðar fyri, at støðan kann gerast út av lagi vánalig, áðrenn nakar leggur merki til at støðan ikki er haldfør.

Tað er ikki bara at biða lova sær. Tað fylgir ábyrgd við. Og viðhvørt er tann ábyrgdin keðilig. Men vit hava sjálvi biðið lova okkum. Ongin er tvingaður í kommunustýri. Vit mangla ikki ein kommunustjóra í Runavíkar kommunu. Tað okkum tørvar eru kommunustýrislimir við ryggi og sum taka sína uppgávu í álvara.

Jonhard Danielsen
Býráðslimur 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo