Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Tað hoyrist, at allir flokkar á tingi hava biðið Bárð á Steig Nielsen um at standa fyri samráðingunum um at skipa landsstýri. Hetta bendir á at flokkarnir eru greiðir yvir, at nú fer at vera neyðugt at taka stórar avgerðir, og at neyðugt verður at skipa eitt landsstýri har allir flokkar eru við.

Ein slík savningarstjórn er natúrlig at gera í einum demokratii í eini neyðstøðu. Hetta sóu vit í makrelstríðnum við ES. Tá vístu okkara politikarar, at teir vóru menn fyri at standa saman ímóti ES. Danir royndu at fáa split í, men tað var til fánýtis, og tá av tornaði vóru tað vit 50.000 sum vunnu, og ES mátti gevast at hundsa við okkum.

Hvat kann tað vera, sum nú ger, at vit enn einaferð sláa manngarð um okkara land?

Flestu okkara hava sjálvandi hoyrt at Trump hevur biðið donsku stjórnina um at selt sær Grønland. Um eitt ár verður forsetaval í USA, og uppskotið hjá Trump hevur gjørt at Trump hevur fingið enn fleiri fjepparar, og kann kanska gera at hann vinnur valið, serliga um hann kann fáa donsku stjórnina at játta at selja. 

Flestu okkara halda sum so, at hvørki Trump ella amerikanarar vita nakað um Føroyar. Hetta er tó ikki heilt rætt. Fregnartænastan hjá teimum, CIA, gevur út eina bók um øll heimsins lond, og har stendur fullkomuliga rætt at Grønland og Føroyar ikki eru partar av Danmark, men eru saman við Danmark. Í altjóða yvirlitum hava vit Danmark, Føroyar og Grønland. 

Einki er at ivast í, at CIA eisini hevur lisið dómin í Haag frá 1933 um Eysturgrønland, har sagt verður, at Grønland og Føroyar hava somu rættarstøðu eftir 1814 sum alt Noregs ríki hevði fyri 1814. Hetta vil siga, at vit eru eitt javnbjóðis ríki við Danmark við okkara egnu grundlóg, sum gevur okkum rætt til okkara egnu stjórn, og uttanríkispolitikk saman við tí donsku stjórnini. 

Okkara problem er, at danska stjórnin ikki vil lata okkum og grønlendingum loyvi til at skipa hesa stjórn. Tí er tað danska stjórnin, sum hevur tikið okkum av ræði í uttanríkispolitiskum málum.

Líta vit eftir tí sum danir siga vera galdandi fyri okkum, so siga teir, at vit ikki eru tað sum CIA sigur okkum vera, nevniliga saman við Danmark. Teir siga, at vit eru ein partur av Danmark, og at teir tí kunnu selja okkum um so er at tað hóvar teimum. Tað einasta sum krevst, er at stjórnin kann fáa ein meiriluta í fólkatinginum at taka undir við hesum. Har hava danir 175 limir og vit fýra, so har er lætt hjá stjórnini at fáa ein meiriluta ímóti okkum fýra.

Fyri at sleppa undan hesum eru hygginiráðini at gera tað sum nú liggur í kortunum í samráðingunum um nýggju landsstýrissamgonguna. Vit kunnu gera eitt savningarlandsstýri, sum vendir sær til grønlendska landsstýri um at fáa í lag eina stjórn fyri ríki okkara. 

Henda stjórn hevur rætt til at hava ræði á øllum teimum málum, sum danska stjórnin higartil hevur útint her. 

Ein snávingarsteinur er tann, at Danmark nú í nøkur ár hevur goldið pening til okkara. Áðrenn vóru tað vit, sum guldu til teirra! Men tá Ísland í 1918 fór burtur úr fekk tað eisini danskar veitingar. Tá hildu samráðingarmenninir, at hetta skuldi fáast á beint við at íslendingar fingu eina upphædd, sum var so stór, at renturnar av henni svaraðu til tær donsku veitingarnar. So er at finna út av, hvussu stórar hesar veitingar eru, og hvat ið rentan er, og síðani kann danski staturin senda okkum ein kekk upp á upphæddina. Síðan skulu vit húsast í vissuni um, at vit ikki fáa meir. Tá fer vit og skil at læra okkum hvussu vit skuldu klára okkum undir hesum umstøðum.

Men fer hetta at hjálpa okkum um so er, at Trump vil keypa okkum?

Tað vit skulu minnast til, er at Trump er áhugaður í at vit ikki fara at loyva øðrum ríkjum at fáa fótin fastan í ríki okkara. Tað sum nú tykist at vera áfatt er, at USA ikki longur hevur álit á at danska stjórnin er nóg góð trygd fyri at eingin annar kemur higar. Tí kemur hetta útspælið.

Ein grønlendsk-føroysk stjórn hevði verið ivaleysa góð trygd fyri USA. So hevði okkara støða verið tann sama sum tann hjá Íslandi. Har er ein stjórn sum hevur eina samstarvsavtalu við USA, sum tryggjar amerikanarunum at hermenn úr øðrum ríkjum ikki koma hagar. Einki óvanligt hevði tí verið í, at vit fingu eina samsvarandi skipan við USA, soleiðis at tað gjørdist óneyðugt hjá Trump at keypa okkum.

Zakarias Wang

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo