Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca
Lesarin skrivar

Eftirsum rokningarnar fyri Glasir-ævintýrið  blíva við at streyma inn til Landsverkis, er avgjørt uppá tíðina at nýhugsa hetta undarliga gigant-projektið. 

 Hesin prestigu-bygningur er ikki egnaður  til lærdóm og pedagogikk. 

Hann átti at verið brúktur til okkurt heilt annað endamál, og so skuldu vit aftur fingið skúlaverkið á beint. 

Øll innlæring eigur helst at vera so decentral og kortini fakliga isolerað, sum gjørligt.

Tað er ein royndur lutur, at so ymiskar útbúgvingar, sum man kroystir saman í Glasir-mastodontinum ikki rigga saman, hvørki fakliga ella pedagogiskt.. 

Tað gevur  eina  pedagogiskt øvugta synergi-effekt. Studentaskúlanæmingar skullu slett  ikki ganga til studium saman við handilsskúlanæmingum. 

Tey kunnu hittast privat eftir skúlatíð, men í skúlatíðini skullu tey fáa sær sín egna kultur, sum bara hoyrir heima í teirra specielt intellektuella umhvørvi.

Tí  áttu allar hesa útbúgvingar at farið aftur hvør til sítt. 

Á tí pedagogiska økinum er tiltrongt við eini vissari fakligari isolatión og samstundis geografiskari decentralisering. 

Leggið handilsskúlan í Skálabotni, Hvalba ella á Eiði og Studentaskúlin við Leynarvatn, á Sandi  ella í Sørvági, so gagnar man øllum landinum, og man minkar øgiliga effektivt ta ótoluliga trýstið á bústaðarviðurskiftini í Havn.

Harafturímóti kundi man lagt  tann nógv um-grenjaða Tjóvapallin í Glasir-húsini, so kundu mentarmenn  beistast og boltra sær heilt ótálmadir úti undir Fjalli, og fólk høvdu  fingið ondina aftur á Marknagilsvegnum fyri ferðslumeldri fyrrapartin á degi.

GLASIR er jú bara nationalt GLASUR, og so er ein Tjóðpallur akkurát hóskandi til at glasera tiltakið  við.

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo