Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Skúli

- Latið umhvørvið vera roykfrítt, har børn og ung eru, er greiði boðskapurin frá Fólkaheilsuráðnum. Fleiri fólkaskúlar hava tikið stigið, og nú verður Glasir, sum er Føroya størsti útbúgvinarstovnur, roykfríur. Roykibannið er galdandi fyri allan matrikkulin.

- Eg eri fegin um, at vit sum stað, har um 1.500 ung og 250 starvsfólk savnast, kunnu vísa vegin móti einari roykfríari framtíð, sigur Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi.

Hann heldur, at bannið er munandi greiðari at samskifta og handhevja, enn ásetingar um ávís øki, har loyvt er at roykja.

Leiðslan á Glasi vil, at tað ikki skal vera lætt at byrja at roykja, og at ung, ið roykja, fara at roykja minni ella velja at leggja av, nú tað ikki verður loyvt at roykja á skúlans øki.

BÓNUS STUÐLAR ÁTAKINUM
Ein liður í at fáa folk at virða roykibannið er at gera sigarettir og tubakk minni atkomandi á Glasi. Nýggi Bónus-handilin við síðuna av Glasi er sølustað, sum nógvir næmingar á Glasi vitja.

- Eg haldi avgjørt, at tað er eitt stig á rættari leið at eggja fólki til at roykja minni. Eftir áheitan frá Glasi hava vit gjørt av ikki at selja sigarettir og tubakk í Bónus við Marknagilsvegin frá tí, vit lata upp á morgni til skúladagurin á Glasi endar, sigur Niels Mortensen, stjóri í samtakinum, sum rekur Bónus-handlarnar.

Bogi Bech Jensen fegnast um stigið, sum Bónus tekur, tí hann heldur tað avgjørt vera eina styrki, at skúli og handilslív samstarva um at røkka málinum, sum er eitt roykfrítt umhvørvi.

Roykibannið á Glasi varð sett í verk í gjár, hósdagin 15. august 2019.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo