Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Politikkur

Í ár væntar Landsverk at brúka 4.7 milliónir krónur til sakarmálið millum Landsverk og TG-Verk.

Tað uppslýsur Landsverk í sambandi við spurningar frá Fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin spurdi:

1. Hvat hevur sakarmálið higartil kostað?
2. Hvat væntar Landsverk, at sakarmálskostnaðin verður í 2019?
3. Hvat væntar Landsverk, at sakarmálskostnaðurin verður íalt?
4. Nær væntar Landsverk, at sakarmálið endar?

Og Landsverk svarar:

Ad. 1.    Síðani 2014 hevur Landsverk keypt løgfrøðiliga ráðgeving frá Sirius Advokatum. Til og við 2018 eru rindaðar 5.195 tkr. til Sirius. Frá 2015 til og við 2018 eru rindaðar 3.516 tkr. til Voldgiftsnævnet. Í alt er goldið 8.711 tkr. fyri sakarmálið millum Landsverk og TG-Verk. Hetta hevur verið rindað av verkætlanini. Í áðurnevnda kostnaði eru lønir og ferðing hjá starvsfólkum á Landsverki ikki íroknað. Hetta hevur eisini verið bókað út á verkætlanina.
 
Ad. 2.    Í 2019 komu boð um, at útreiðslur í sambandi við ósemjur á Glasi skuldu haldast av Byggideildini.               

Í 2019 hevur Landsverk arbeitt við at fáa byggingina lidna umframt at fáa avroknað við allar veitarar í verkætlanini. Høvuðsráðgevin BIG hevur fráboðað, at teir fara at seta krav fram um honorar fyri meirveiting orsakað av hægri byggikostnaði. Landsverk hevur tí brúkt tíð og orku upp á at mótprógva, at ráðgevingin hevur rætt til økta samsýning.

Umframt tað er vavið á sakarmálinum millum Landsverk og TG-Verk vaksið í 2019. Hetta hevur havt øktar kostnaðir við sær.               

Væntað nýtsla 2019:

• Sirius Advokatar              1.930 tkr.
• Voldgiftsnævnet                610 tkr.
• Ekstern ráðgeving             300 tkr.
• Kanningar                        200 tkr.
• Lønir                             1.500 tkr.
• Ferðing                             138 tkr.

Í alt                                4.678 tkr.
 
Ad. 3.    Sakarmálið millum Landsverk og TG-Verk kemur fyri rættin á heysti 2020. Gerðarætturin  er í Danmark. Viðgerðin í rættinum er mett at taka millum tvær og fýra vikur. 

Innan málið verður tikið upp til høvuðsorðaskiftið í Gerðarættinum í Keypmannahavn skal umfatandi fyrireikingararbeiði gerast. Ilt er at meta neyvt um, hvussu høgur kostnaðurin verður í 2020, men mett verður, at kostnaðurin verður ikki minni enn 5.000 tkr. í 2020.

Væntandi fer kostnaðurin á sakarmálinum tá at vera:

• 2014-2018         8.711 tkr. uttan lønir og ferðing.
• 2019                 4.700 tkr. íroknað lønir, ferðing, kanningar.
• 2020                 5.000 tkr. íroknað lønir, ferðing, kanningar.

Í alt 18.411 tkr. 
 
Ad. 4.    Høvuðsorðaskiftið í Gerðarættinum í Keypmannahavn verður á heysti 2020. Eftir er so, at rætturin ger ein úrskurð. Væntast kann, at hetta kann taka upp í eitt hálvt ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo