Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Skúli

Bogi Bech Jensen, sum seinastu fýra árini hevur verið rektari á Glasi, hevur sagt seg úr starvi. Mentamálaráðið fekk uppsøgnina í gjár og hevur gingið henni á møti.

- Bogi Bech Jensen hevur loyst eina torføra uppgávu, nú hann seinastu fýra árini hevur staðið á odda fyri arbeiðinum at leggja teir tríggjar ymisku miðnámsskúlarnar í Havn saman til ein felags skúla.

- Samanleggingin var eitt politiskt ynski og tilgongdin hevur til tíðir verið krevjandi, men arbeiðið við at samansjóða starvsfólk og næmingar á Glasi er nú komið væl og virðiliga undir land. 

- Vit taka uppsøgnina til eftirtektar og vilja samstundis takka Boga Bech Jensen fyri stóra arbeiðið, sum hann hevur lagt fyri dagin í hesi drúgvu tilgongdini, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum. 

Bogi Bech Jensen grundar uppsøgnina á, at samanleggingin nú er vorðin veruleiki, og at skúlin og rektarin tí eru komnir til eitt vegamót. 

- Hetta hava verið fýra góð og lærurík ár, og hetta hevur verið sera gevandi fyri meg, men eg kenni nú, at tíðin er komin at royna okkurt annað og loyva øðrum kreftum framat á Glasi, staðfestir Bogi Bech Jensen millum annað í uppsagnarskrivinum. 

Inntil nýggjur rektari verður settur, verður Steinbjørn Hardlei, umsitingarstjóri á Glasi, virkandi rektari. Hann fer tó at kunna heita á Boga Bech Jensen í uppsagnartíðini, um tørvur verður á tí. 

Mentamálaráðið fer at søkja eftir nýggjum rektara til Glasir sum skjótast.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo