Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Arbeitt verður innan okkara heilsuverk hvønn tann einasta dag. Sjúklingar verða innlagdir og útskrivaðir aftur. Fólk møta til ambulanta viðgerð hvønn dag. Virksemið gongur sína gongd hvønn tann einasta dag. Kortini hoyra vit bert um trupulleikar innan heilsuverkið. Hví man tað vera?

Eg haldi, at vit eiga at spyrja okkum sjálvi, hví heilsuverkið virkar sjálvt um atfinnigar áhaldandi verða førdar fram.

Hjá mær er eingin ivi um, at tað megnarstóra arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingar gera innan føroyska heilsuverkið, er einasta orsøkin. Hvønn dag, allar dagar í árinum og allar tímar í døgninum. Eg fari at loyva mær tað uppáhald, at einasta orsøkin til at heilsuverkið hongur saman enn, er at sjúkrarøktarfrøðingar átaka sær eina stóra og týðandi uppgávu. Átaka sær ábyrgdina, meðan læknin loysir aðrar uppgávur. Sjálvstøðugt standa við ábyrgd fyri sjúklinginum í hættisligum støðum og eru førir fyri at taka faklig fyrlit til gagn fyri sjúklingin.

Útlendskir avloysarar undrast mangan yvir ábyrgdina og tað høga fakliga støðið, sum sjúkrarøktin í Føroyum liggur á.

Undrist yvir at hetta ikki framgongur av kjakinum um heilsuverkið. Ein stórur vælútbúgvin fakbólkur sum yvirhøvur ikki verður nevndur í politiska kjakinum.

Kjakið petta sundur

Kjakast verður óført í politisku skipani um trot av læknum, og hvussu leiðlsuproblematikkurin skal loysast. Eg havi fylgt hesum kjaki tætt og harmist yvir støðið í kjakinum. Aftur hesu ferð verður kjakast um ein lítlan part av heilsuverkinum í senn, nemliga læknamangul fyri seg og leiðsluproblematikkin fyri seg. Ikki so, læknar hava sjávandi ein týðandi lut fyri at fáa heilsuverkið at virka, men einsamallir gera teir tað ikki. Leiðslan hevur sjálvandi eisini ein týðandi lut fyri at heilsuverkið skal virka, men einsamøll loysir leiðslan ongan trupulleika.

Heildin má virka!

Ein av størstu orsøkunum til trupulleikanir við heilsuverkinum er manglandi førleikin hjá politisku skipanini at fyrihalda seg til kompleksitetin innan heilsuverkið. Við bert at kjakast um eitt evni í senn fyriheldur man seg ikki til allar teir faktorar sum skulu spæla saman fyri at fáa heildina at virka. Um man ikki fyriheldur seg til allar faktorar sum skulu virka saman koma vit ikki víðari. Beint sum ein trupulleiki innan heilsuverkið er loystur, stendur tann næsti og bíðar og soleiðis heldur søgan fram - eins og ein framhaldsrøð í miðlunum.

Við jøvnum millumbilum eksplodera miðlarnir við tíðindum um yvirfyltar deildir og sjúkrarøktarfrøðingar sum eru við at hokna undir arbeiðsbyrðuni. Politikkarar eru skjótir at tala at. Hetta ber jú ikki til, men einki hendir, vit halda fram sum vanligt. Eingin politikkari hevur veruliga átikið sær at arbeiða við at loysa trupulleikan.

Ov fá seingarpláss

Veruleikin í tí dagliga yrkinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum er ov nógvir sjúklingar til tær sengur sum eru. Politikkarnar halda seg hava loyst trupulleikan við at byggja ein nýggjan sjúkrahúsbygning, men so er ikki. Tað verða ikki fleiri seingjapláss, tá nýggi bygningurin verður tikin í brúk. Hetta er ikki ein partur av politiska kjakinum.

Ein leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur hevur víst á, at nýggi bygningurin manglar goymslurúm og at fylgjan av tí sjálvsagt verður, at óneyðuga nógv skal stúvast saman á gongunum. Hetta er ikki ein partur av kjakinum.

Eigur hetta ikki at vera ein partur av kjakinum? Hesin trupulleikin verður ikki loystur við at seta fleiri læknar ella broyta leiðslustrukturin.

Aðalorðaskifti um heilsuverkið

Eg bíði við spenningi eftir aðalorðaskiftinum í Tinginum um framtíðar heilsuverk. Gleði meg til at koma við íkasti til kjakið sæð úr sjónarhorninum hjá einum sjúkrarøktarfrøðingi. Og tó - verður veruliga nakað kjak? Fleiri politikkarar hava longu ført fram, at semja er um 23 av teimum 25 tilmælunum sum eru í álitinum. Hvat er tað so sum vit skulu kjakast um í einum aðalorðaskifti?

Tíðin er komin til, at vit finna fram til, hvat vit vilja við okkara heilsuverki. Loysnir sum eru ætlaðar okkara heilsuverki og ikki eftirgjørdar loysnir uttanlands frá. Loysnir sum virða og gagnnýta allar førleikar sum heilsuverkið longu hevur í teimum starvsfólkunum sum als ikki verða umrødd í kjakinum.

Okkara heilsuverki tørvar fólk sum tora at hugsa nýggjar loysnir og eftir mínum tykki eru sjúkrarøktarfrøðingar ein sjálvsagdur partur av hesum loysnum.

Óluva í Gong

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo