Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Eg standi fullkomuliga spyrjandi um hví Annlis Bjarkhamar verður úthongd í Norðlýsinum, har lesaran fær fatanina at hon hevur havt fingrarnar langt niðri í pengakassan til egnan fyrimun.

Eg føli at tað er neyðugt, sum ein av fyrstu nevndarlimunum í grunninum fyri Í menniskjum góður tokki, stutt at lýsa hvat hetta mál snýr seg um.

Tá Annlis byrjaði jólainnsavningina fyri 6 árum síðani, gjørdist hon skelkað av tí djúpu armóð og elendigheit, sum føroysku barnafamiljur livdu undir.

Annlis tók stig til eitt landsumfatandi átak, sum fekk dyggiliga undirtøku frá fólkinum - ikki frá politikarunum, men frá fólkinum, sum merkti at eftir fáum árum vóru milliónir av stuðli blivu savnaðar inn.

Eftir nøkrum árum, har Annlis og Sonja saman vóru grundsúlurnar, sum arbeiddu ólønt í 3-4 mánaðaðar - og vit tosa um non-stop, hvønn dag og allar tímar í vikuni - var tað greitt fyri Annlis at jólahjálp var ikki nóg mikið. Neyðin var so mikið stór at Annlis kundi ikki liva við "bert" at hjálpa á jólum og ynskti at grunnurin veitti stuðul alt árið.

Endamálið var at gera tað liviligt hjá hesum neyðars fólki, tí umframt jólahjálpina so høvdu Annlis og Sonja jú eisini skipa fyri umfatandi greiningararbeiði av tørvinum og har varð staðfest at stórur tørvur var á hjálp alt árið. Tá avgerðin varð tikin um at flyta grunnin frá at vera jólahjálp til at vera ein "árið-runt-grunnur", kravdi tað sjálvsagt at starvið sum samskipari gjørdist eitt lønt starv og at ein skrivstova og útgerð varð útvegað.

Fólk mugu skilja at meðan ÍMGT var ein jólahjálps-grunnur, arbeiddu tær báðar ólønt í 3-4 mánaðar av árinum og tá grunnurin víðkaði um virksemið var tað sjálvsagt ikki haldbart at virka ólønt longur.

Ágóðin sum hetta skift í grunninum gav barnafamiljum, kann ikki gerast upp í tølum, men at fólkafrálytingin er støðgað eiga Annlis og Sonja heilt víst eina stóra æru av.

Hetta er tað sum fólk blanda. Áðrenn umleggingina arbeiddi tær báðar ókeypis men eftir umleggingina fekk grunnurin ein løntan samskipara. Grunnurin varð ikki komin á fíggjarlógina men virkaði enn við innsamling millum vanlig fólk sum teg og meg, sum ikki kunnu liva við og í einum samfelag har børn fara svong í song, ikki kunnu halda føðingardag og ikki kunnu luttaka í frítíðarvirksemi, sum øll onnur børn í Føroyum kunnu.

At tosa um nakrar fáar túsund, sum Annlis samanlagt hevur fingið í løn, eftir at hon átók sær at arbeiða alt árið, sum samskipari fyri grunnin, og set tað í samband við allar tær milliónir hon og makin hava savnað inn og býtt út aftur, er ein so stór æruspilling at eg vil tala at!

Ongin skal nakrantíð siga at Annlis hevur fingið eina krónu meir, enn avtalað varð, tá grunnurin víðkaði sítt virksemið til at verða ein daglig-fátækrahjálp.

Latið ikki fólk sum ikki ána hvat tað merkir at renna ta hjálp heim, sum Annlis Bjarkhamar og Sonja J. Jógvansdóttir hava staðið fyri, sleppa at sáa iva um teirra integritet, gávumildni, ósjálvsøkni og høga persónliga innsats.

At Annlis Bjarkhamar skuldi fáa hetta álop nú tað nærkast til jóla vardi meg ikki. Sum tað ger ilt at síggja at tað eru fólk her á landi, sum ikki bara ganga í alt for smáum skóm, men sum spilla eldsálir út fyri eitt gott og erligt arbeiði. Skamm fái tykkum!

Annlis Bjarkhamar er onki minni enn ein hetja og lat kvinnuna so fáa frið og gev henni heldur eitt herðaklapp og bara eitt einkult takk, fyri alt tað hon hevur knokkla og barst fyri børn og foreldur í Føroyum, sum ongan góðan hava havt í politisku skipanini at bøta um teirra kor.

Gleðilig jól og í menniskjum góður tokki til okkum øll!

Laufey H. Blaasvær

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo