At vera eydnuríkur er at hugsa rætt
- úr Børkuvísum
Andaktir

Einastaðni undir moldum liggur lívsins fræ. Fjalt í tí ósjónliga nørist lívið og veksur sjónliga fram sum stelkur og blóma. Vakurleikin undir moldum sæst ikki, men tað er júst við rótina, at lívið hevur rótfesti.

Moldin er neyðug til lív og vøkstur. Tað ósjónliga er ein fortreyt fyri vakurleikanum, ið vit síggja. Tað ósjónliga ber i sær allan tann vakurleika, ið blóman sum blóma sendur út í umhvørvið.

Tá vit fluttu út á Gjaranes, komu vit til ein urtagarð, ið trongdi til eina góða hond. Vit settu okkum fyri at rudda økið og hava ein grønan grasvøll. Vit valdu at vera ivaleys og tóku rívan til. Trøð og runnar fingu ikki blíða lagnu.

Eitt av teimum smáu børnunum tókst uppí. Ístaðin fyri at ríva upp við rót, royndi barnið at gróðurseta.

Vit lótu standa til, tí okkurt skulu børnini taka sær fyri, meðan tey vaksnu arbeiða.

Tá dagurin var liðin, sóu vit eitt ílat standa í einum vindeygakarmi í kjallaranum. Í ílatinum stóð ein lítil grein í vatni. Greinin tyktist okkum følnað, og vit høvdu lyndi at smírast. Hugsaðu um barnalyndið, at børnini gjørdu sum tey vaksnu, ið tóku avleggara av urtapottum og settu í eitt glas við vatni.

Vit gloymdu greinina inntil ein dagin, tá vit av tilvild komu fram á hana í vindeyganum. Greinin bar nú grønan spíra. Vit fingu almikið at hugsa um. Hetta var ein ímynd av lívinum, lívsins ábyrgd og álvarsemi.

Ikki ov skjótar niðurstøður.

Vit fóru út í urtagarðin og gróðursettu ta spírandi greinina. Hon vaks og mentist og gjørdist ein partur av umhvørvinum.

Um páskirnar hendir tað ótrúliga. Har fáur sær ein møguleika er møguleikin.

Langafríggjadag hendi tað óvæntaða. Nøkur fá fólk og teirra millum nakrar kvinnur stóðu í nánd av tí doyggjandi Jesusi.

Eisini Jósef úr Arimateu, ein jødiskur ráðharri, stóð nær við Jesu kross. Hann væntaði Guðs ríki, tók mót til sín og fór til Pilatus og bað hann um likamið av Jesusi.

Meðan Jósef tókst við at jarða Jesus, stóðu tríggjar kvinnur og hugdu at. Tær sóu, hvar Jesus varð lagdur. Ein stórur steinur varð lagdur fyri gravarmunnan.

Kvinnurnar eru okkum ein fyrimynd. Tær eru hjástaddar, og tað er ein vakur vitnisburður. Ikki so mong orðini, men verk og hjávera.

Páskamorgun kom broyting í, og alt gjørdist øðrvísi og jaligt. Deyðin var deyður, lívið livandi og menniskju endurfødd til livandi vónar.

Komnar út á grøv Jesu síggja kvinnurnar, at steinurin var veltur frá.

Við Jesu grøv hoyrdu kvinnurnar boðskapin um ein livandi frelsara. “Ræðist ikki! Tit leita eftir Jesusi úr Nasaret, hinum krossfetsa; hann er risin upp, hann er ikki her.” (Markus 16,6)

Ein sælur boðskapur varð borin trimum kvinnum, ið vildu minnast hin deyða og sína honum hóskiligan heiður.

Hjá okkum ræður um at liva, fáa nakað burtur úr lívinum og vera búgvin til tað æviga lívið. Hjá okkum ræður um at geva lívinum bestu fortreytir.

Gjøgnum sama glugga kunnu vit síggja eitt træ, ið missir bløðini og viknar. Ella síggja ein ungan grønan spíra á eini grein, sum vit mettu lívleysa.

Tað er lívsins djúpa bøn og høga ynski, at tað eydnast at lívga og lætta heldur enn at særa og køva.

Avbjóðingin er lívið sum ein bøtandi hond, at vit mega rísa upp til livandi gleði og til signingar hvør fyri annan.

Gleðin í Guði várum í trúnni á Jesus Krist skapar vónina um eina bjarta framtíð, hóast vit í lívi og løtum bera tungar byrðar og leggja byrðar hvør á annan. Gævi tað eydnast longu á jørðini, at uppreisn Jesu Krists er lív og vón, sum verður givin víðari til onnur við vindinum og andans flogi.

Vit fáa høvi at loysa bond, lívga og lætta. Kristnin prædikar ein livandi Jesus, ið er staðin upp av deyða og grøv. Vit játta trúnna á hann, sum ger jørðina vakrari og ævinleikan sælan, – Jesu dýrabara navn. Amen.

Orðið: “Men nú er Kristus risin upp frá deyðum sum frumgróðurin av teimum, sum sovnað eru burtur.” (Fyrra Korintbrævið 15,20).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo