Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Krutl

Fyrrverandi «Glee»-stjørnan Naya Rivera er handtikin fyri at hava framt ágang móti manninum Ryan Dorsey.

Sambært Hollywood Reporter, sum VG endurgevur, var Rivera, sum leikti Santana Lopez í 116 pørtum av sjónvarpsrøðini, handtikin leygardagin og ákærd fyri «domestic battery».

Dorsey ákærur Rivera fyri at hava givið honum ein frammaná og sligið seg í høvdið, og fekk lættari løstir Hann vísti eisini løgregluni upptøkur av hendingini.

Eftir at kausjónin var sett, var Rivera leyslatin. Hon og Dorsey giftust í 2014, bert mánaðir eftir at Rivera fór frá rapparanum Big Sean, skrivar VG.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo