List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Hugstoytt er at hoyra tíðindi í gjár um avtalu gjørda millum Føroyar og ES.

Í 90unum gjørdu Føroyar handilsavtalu við ES, har vit á ein ella annan merkiligan hátt góvu ES at kalla fría atgongd til føroyska marknaðin við landbúnaðarvørum aftur fyri at sleppa tollfrítt á ES marknaðin við nøkrum fáum fiskavørum. Hetta var helst ein góð avtala tá fyri føroyska fiskivinnu, men ikki nakað frambrot fyri føroyskan landbúnað. Síðan hevur avtalan eisini víst seg at vera ein spennitroyggja fyri bæði fiskivinnu og alivinnu.

Hendan avtalan gav ES tollfría atgongd til føroyska marknaðin fyri allar vørur, bæði tá ið ræður um ídnaðarvørur, fiskavørur og landbúnaðarvørur, meðan Føroyar fingu bara tollfría atgongd til ídnaðarvørur til ES marknaðin, har vit ongan kjans høvdu at kappast, og tí var føroyski heimaídnaðurin bókstavliga oyddur.

Og nú skal tað lítla, sum eftir er av landbúnaðinum fáa somu lagnu.

Avtalan var, at ES sleppur tollfrítt á føroyska marknaðin við øllum landbúnaðarvørum. Tó er nakað av tolli á mjólk og nakrar fáar mjólkarúrdráttir, umframt 10% í tolli á seyðakjøt úr ES. Afturfyri fáa Føroyar nakrar útvaldar fiskavørur tollfrítt á ES-marknaðin.

Síðan hava bæði alivinna og fiskivinna í Føroyum ment seg nógv, og frá í stóran mun at útflyta rávøru, eru ali- og fiskivinnan farnar at virðisøkja vøruna, men trupulleikin er, at handilsavtalan við ES er so avmarkandi, at tað slepst næstan ikki á ES marknaðin, uttan at tollur verður lagdur á vøruna.

Fyri fáum árum síðan var ætlan um at niðursjóða makrel í Føroyum, men ikki bar til koma á ES-marknaðin við kappingarførum prísi, tí hendan vøran var ikki partur av handilsavtaluni.

Nú eru góð ráð dýr; vit hava næstan einki at handla við.

So var bert eitt at gera: tað var at lata ES sleppa tollfrítt á føroyska marknaðin við seyðakjøti. Landbúnaðurin mótmælti, lukkutíð var val útskrivað, og samráðingarnar vóru støðlaðar fyribils.

Men síðsta árið hevur aftur prutlað undir lokinum, og nú vísir tað seg, at komið er undir land við samráðingunum.

Hesaferð er tað bara ikki makrelur, men nakrir brislingar, sum skulu á ES marknaðin, ið ongan týdning hava fyri okkara búskap, umframt laksafóður frá føroyskari fyritøku, sum útlendingar eiga meginpartin av.

Og hvør skal leggja rygg til? Jú, tað er føroyski landbúnaðurin. Sum skilst skal ES sleppa at selja 80.000 kg av seyðakjøti tollfrítt á Føroyska marknaðinum.

80.000 kg kunnu tykjast lítil nøgd, men umroknað til føroysk lambskrov svarar tað til uml. 5000 stk. ella millum 15 og 20% at teimum føroysku krovum, sum eru á føroyska marknaðinum.

Havandi í huga at Bretland helst fer úr ES í nærmastu framtíð og fer at krevja minst somu marknaðaratgongd sum ES, umframt at Ísland helst sleppur at halda fram við einvegis fríhandli av landbúnaðarvørum til Føroyar, so eru útlitini hjá føroyskum landbúnaði ikki akkurát bjørt.

Vælsignaði Jenis av Rana, uttanríkisráðharri, skriva ikki undir hasa avtaluna. Far ikki á hasa glíðibreytina.

Tað er nú margháttligt, at landbúnaðurin, sum er minni 1% av BTÚ og av mongum verður skírdur ongan týdning at hava, er sjálvt okið undir allari marknaðaratgongd til ES.

Í øllum førum er tað fullkomiliga óetiskt, at føroyski landbúnaðurin skal ofrast fyri útlendskan kapital í føroyskari alivinnu uttan so mikið sum at fáa samsvarandi sømdir á ES marknaðinum.

Við øðrum orðum: handil gongur báðar vegir, tó við hesum undantaki, sum bara geldur fyri Føroyar av øllum av heimsins londum, nevniliga at við hesari avtaluni eru føroysku dyrnar víðopnar fyri landbúnaðarvørum úr ES, meðan ES dyrnar eru stongdar.

Sigert Patursson
Formaður
Bóndafelag Føroya

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo