Gert tú pening til gud, fer hann at plága teg sum fjandin
- Henry Fielding
Politikkur

Tað er eftir øllum at døma komið vátt í reiðrið ímillum Páll á Reynatúgvu, løgtingsformann, og fleiri av tingfólkunum hjá Tjóðveldi.

Tjóðveldi hevði floksting í Hovi í gjár, og í einum steðgi prátaði Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna, við ein dana. 

Tað var news.fo, sum fyrst tók søguna upp.

Meiningin var helst ikki, at samrøðan skuldi gerast almenn, men hon kom so út til allar føroyingar, tí onkur ikki hevði sløkt fyri upptøkuni.

Í samrøðuni hoyrist, at Annita á Fríðriksmørk millum annað kallar tingformannin fyri ein stóran egoist og psykopat.

Niðanfyri er sumt av tí, sum kom fram í brotinum. Tað er Annita á Fríðriksmørk, sum er siterað her:

1.48:13: Hann (Páll á Reynatúgvu) er ein stórur egoist og psykopat.

1:48:25 Hann hevur slettað meg sum vin (á Facebook), hann hevur slettað øll sum vin, sum hava sagt sína meining við hann. Hann hevur slettað næstan øll í Tjóðveldi sum vin.

1:49:50 Psykopatarnir royna at halda teimum niðri. Glaðast, tá teir eru glaðir.

Fyrr í vikuni legði Páll á Reynatúgvu eftir ein vanligum Facebook viðmerkjara, tí hesin brúkti heitið "paranoid skitzofren" um Páll.

Við Kringvarpið sigur Páll á Reynatúgvu, eftir at søgan stóð at lesa á VP, at hann fyribils onga viðmerking hevur.

Síggj (og hoyr) flokstingið hjá Tjóðveldi her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo