Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
local.fo

News in English

Vágatíðindi

Mikukvøldið kl. 20 verður bókaframløga í Café Fjørðoy, har Solby Christiansdóttir leggur skaldsøguna, Gloymdur, fram.

Bókin, sum byggir á veruligar hendingar, snýr seg um ein mann, sum liggur til at doyggja, tí eitt mistak er hent. Men hví er tað komið so langt, og hvør hevur ábyrgdina?

Samstundis er politisk kapprenning um, hvussu sjúkrahúsverkið skal skipast í hæddini.

Tiltakið verður í Café Fjørðoy í Sørvági. Tað er ókeypis og byrjar klokkan 20. Eftir framløguna verður høvi til at seta spurningar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo