At vera eydnuríkur er at hugsa rætt
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Áheitan á landsstýrisfólkini í heilsu- og almannamálum og á Føroya løgting:

Eins og undanfarin ár heita vit aftur í ár á tykkum  í sambandi við fíggjarætlanina fyri 2019 um ikki at gloyma at seta pening av til Demensdepilin, sum sambært framferðarætlanini “Gloymsk- men ikki gloymd 2015” er hornasteinurin í demensætlanini.

Skulu kommunurnar liva upp til sína uppgávu og ábyrgd, hevur tað skund at fáa depilin at virka til fulnar.

Tað átti ikki at verið neyðugt at mint á hetta upp undir hvørji jól.

Alzheimerfelagið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo