Bátastevna er í Vestmanna hetta vikuskifti. Fleiri tiltøk eru á skránni, bæði til vaksin og børn.
Í dag kl 14.30 fara bátarnir at sigla av Fútakletti og inn á Vestmanna, har suppa og annað gott er til bátastevnufólkið.
Tey seinnu árini er bátastevnan eisini blivin til ein kampingstevna, tí heilt nógvir kampingvognar savnast á havnarlagnum í Vestmanna, nærhendis har bátarnir liggja.
Stórt telt er sett upp á kajuni, har tónleikur og matsøla er.
Í gjár spældu Magni Christiansen við orkestri og seinni um kvøldið vágabólkurin Tinganest, eins og Páll Finnur Páll og Signar í Homrum.
Øll skráin fyri bátastevnuna sæst her: http://www.bs.fo/
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo