Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak
Onnur tíðindi

Ráðið fyri Ferðslutrygd, Kommunufelagið, Landsverk og Føroya Politi: Í ár skulu føroyingar á val heilar tvær ferðir. Veljast skulu nevniliga umboð til bæði Fólkating og Løgting.

Í vikuni skrivaði danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, út Fólkatingsval at vera mikudagin 5. juni 2019.

Valfepurin er longu byrjaður og politisku flokkarnir brynja seg til valstríðið.

Valstríð og valplakatir hanga nátúrliga saman og næstu tíðina verða væntandi hópin av andlitsmyndum at síggja á alskyns støðum í almenna rúminum, við áheitan um at velja júst seg.

Við øllum góðynskjum um eitt gott val til tín, sum bjóðar teg fram á politiska vígvøllinum, koma her nøkur góð ferðsluráð um trygga staðseting av valplakatum:

• Valplakatirnar mugu ikki vera til ampa fyri ferðsluna, órógva útsýnisviðurskiftini á vegnum, ella fjala ferðsluskelti.

• Valplakatir eiga ikki at verða settar í rundkoyringum og ferðsluoyggjum.

• Heingið ikki valplakatir á steyrar við ferðsluskeltum, ella aðrari góðkendari ferðslumerking.

• Valplakatir kunnu heingjast á lyktasteyrar, ella annan útbúnað, sum er gjørdur til endamálið.

• Heingið valplakatirnar minst 2,3 m yvir gongu- ella súkklubreyt og minst 0,5m frá vegjaðara.

• Festið plakatirnar forsvarliga á vegurdyggar plátur og á ein slíkan hátt, at tær ikki gera skaða á lyktasteyrar, garðar o.a.

Sí eisini vegleiðing til uppseting av valplakatum við landsveg á heimasíðuni hjá Landsverk: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo