Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir
local.fo

News in English

Vinna

Uppsjóvarvirkið Pelagos í Fuglafirði er ovarliga í yvirlitunum hjá grannskoðarafyritøkuni Januar, sum hevur greinað fleiri roknskapir hjá 20 stórum føroyskum fyritøkum. 

Pelagos hevði yvir 39% vøkstur í umsetninginum í 2017, har miðal annars var 6,3%. Eisini tá talan var um sonevnda EBIT (rakstrarúrslit áðrenn rentur og skatt) var var Pelagos nógv fremst, við vøkstri uppá yvi 157%. Onnur feløg við stórum EBIT vøkstri í fjør vóru eitt nú Faroe Ship við vøkstri uppá nærum 100% og MEST við vøkstri uppá góð 15%.

Kanningin hjá Januar vísir eisini, at samlaða rakstraríkastið hjá stóru føroysku fyritøkunum hevur verið støðugt, har vinningurin hevur ligið úr 12% upp í 14% søluni, tó við undantaki av 2016, sum vísti seg at vera eitt serstakliga gott ár, við heili 21% í vøkstri.

Samlað fyri øll 20 feløgini í 2017 var tó talan um eina minking uppá 38%, vísir greiningin. Árið undan, altso í 2016, var talan um eina øking uppá 60%.

Ímillum tey 20 stóru feløgini teljast eitt nú Varðin, Luna, Bakkafrost, oljufeløgini Magn og Effo, Framherji og SMS, men eisini almenn ella hálvalmenn feløg sum SEV og FK.

Samlað í tíðarskeiðnum frá 2013 til 2017, sum greiningin fevnir um, er EBIT hjá útvaldu føroysku fyritøkunum vaksið úr 1,6 mia kr til 1,9 mia kr.

Verður samanborið við onnur lond  so hava føroysku feløgini uppliva ein størri vøkstur í umsetningi øll árini síðani 2013, tó við undantaki av 2014, tá Svøríki og Noregi høvdu ein størri vøkstur enn Føroyar, og í 2015 tá Svøríki aftur hevði ein størri vøkstur enn Føroyar

Greiningarnar eru til taks í fullari longd á heimasíðuni hjá Januar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo