At kenna seg eydnuríkan uttan at vita hví ... tað man vera ein hin reinasta gleðin
- úr Børkuvísum
Skúli

Skúlablaðið hevur tosað við Símun Rógva Hansen, sum fær prógv sum lærari í summar.

Skúlablaðið hevur spurt hann um vónir og ynski um lærarastarvið.

Tá hann verður spurdur, hvussu vónirnar eru at fáa arbeiði, svarar hann soleiðis:

- Vónirnar eru góðar. Eg haldi, at spurningurin, um tað eru ov nógvir ella ov fáir lærarar, er skiftandi. Til tíðir ljóðar tað sum, at tað eru ov nógvir lærarar, og tað er trupult at fáa arbeiði. Ímeðan tað til aðrar tíðir ljóðar sum, at tað er mangul upp á lærarar. Tað síðsta hálva árið havi eg tikið vikartímar. Har havi eg fingið nógvar og góðar royndir, og eg ivist ikki í, at tað fer at hjálpa mær, tá ið eg nú skal út at søkja um arbeiði.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo