Ein vísur maður tosar, tí hann hevur okkurt at siga. Ein dári tosar, tí hann má siga okkurt
- Platon
Politikkur

Bárður Nielsen hevur fingið svar frá Ríkisumboðnum um danskt cpr-nummar til føroyingar, sum ískoyti til føroyska p-talið, eitt nú í sambandi við sjúkraviðgerð á donskum sjúkrahúsum og atgongd til at avgreiða pensjóns- og skattaviðurskifti v.m.

- Svarið staðfestir, at ongar forðingar eru fyri at brúka og samkoyra føroysk og donsk cpr-nummur. Spurningurin er nú meira um politiski viljin er til staðar at gera nakað ítøkiligt við hetta málið, so føroyingar fáa lættari atgongd til at útvega sær danskt cpr-nummar.

- Í svarinum verður víst á, at føroyingar vanliga fáa eitt sokallað administrativt cpr-nummar í sambandi við skatting, sjúkraviðgerð, lestur o.a. Tað eru ikki nakrar tekniskar forðingar fyri at tilluta administrativ persónnummir til persónar, sum ikki eru bústaðarskrásettir í Danmark, og at hetta kann útveitast til ein myndugleika í Føroyum.

- Spurningurin er nú meira um politiskan vilja í Føroyum at geva møguleikan til øll at fáa lættari atgongd at útvega sær eitt danskt cpr-nummar, ið kann brúkast til allar tænastur og lættur sostatt um dagligdagin hjá føroysku borgarunum, hjá ungum lesandi, eldri, ið skulu fáa útgoldið pensjón og annars øll tey, ið hava brúk fyri at avgreiða síni viðurskifti við ríkismyndugleikan.

- Spurningurin um samkoyring av føroyskum og donskum cpr-numrum má so loysast fyri seg, sigur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. 

Sí svar her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo