Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Vinna

2018 hevur higartil hilnast væl hjá BankNordik-samtakinum.         

Rakstrarúrslitið fyri fyrsta ársfjórðing gjørdist 77 mió. kr., og tað er 66% hægri enn sama tíðarskeið í fjør. Virksemið hjá samtakinum stendur seg væl á øllum marknaðum, og vónirnar til ársúrslitið eru nú betri, enn leiðsla bankans væntaði við ársbyrjan.  
 
- Vit eru væl nøgd við úrslitið í fyrsta ársfjórðingi, sum samanumtikið vísir eina framgongd á øllum økjum. Umframt góðu gongdina innan banka-, tryggingar- og ognarsøluvirksemið er úrslitið eisini merkt av søluni av høvuðssætinum og afturførdum niðurskrivingum. Hóast trýstið á rentuinntøkurnar er ein støðug avbjóðing, fegnast vit um at kunna staðfesta ein nøktandi útlánsvøkstur umframt lønandi rakstur, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik. 
 
Samtakið leggur seg eftir áhaldandi at bøta um virkisførið, og í tí sambandi eru innanhýsis mannagongdir tillagaðar og ymiskar uppgávur miðsavnaðar. Hesi tiltøk stuðla undir ætlanirnar um at varðveita ein lønandi rakstur og at tryggja langtíðar kappingarførið hjá bankanum. 
 
Dótturfeløg bankans, Trygd og Skyn, hava eisini staðið seg væl í fyrsta ársfjórðingi. Úrslitið hjá Trygd gjørdist 5 mió. kr. fyri skatt, meðan Skyn í sama tíðarskeiði hevði 1 mió. kr. í avlopi fyri skatt.   

Roknskapurin fyri 1. ársfjórðing 2018 í stuttum:
 
* Úrslitið áðrenn skatt var 148 mió. kr. samanborið við 57 mió. kr.  sama tíðarskeið í 2017.
P/F BankNordik 
       
* Rakstrarúrslitið áðrenn niðurskrivingar var 47 mió. kr., og hetta er á sama støði sum í 2017. 

* Niðurskrivingar av útlánum vóru afturførdar fyri 31 mió. kr. samanborið við 0 mió. kr. sama tíðarskeið í 2017. 

* Rakstrarúrslitið var 77 mió. kr., og tað er 66% hægri enn sama tíðarskeið í fjør. 

* Útlán bankans hækkaðu úr 9,2 mia. kr. til 9,6 mia. kr. samanborið við sama tíðarskeið í 2017.  

* Innlán bankans hækkaðu úr 12,7 mia. kr. í 1. ársfjórðingi í 2017 til 13,1 mia. kr.  

* Solvensurin hækkaði úr 18,4% í 1. ársfjórðingi 2017 til 18,9% sama tíðarskeið í 2018.  

* Bankin væntar, at úrslitið fyri 2018 áðrenn niðurskrivingar, virðisjavna og skatt verður 160-200 mió. kr. (2017: 187 mió. kr.). 

* Vónirnar til nettoúrslitið fyri árið eru betri enn upprunaliga væntað. Sostatt verður væntaða nettoúrslitið hækkað úr 165-215 mió. kr. til 175-225 mió. kr. (2017:189 mió. kr.).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo