Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Krutl

Avbera góða veðrið um vikuskiftið man hava brent onkran sólhungrandi føroying, sum ikki hevur minst til, at sólin í veruleikanum ikki bara er góð men skal "brúkast við máta". Húð sum verður brend av sólini fær í veruleikanum varandi mein, og tí er tað týdningarmikið at verja seg ímóti sólini, antin við klæðum ella sólkremi ella við at halda seg í skugga mest møguligt.

Og komandi vikan verður í somáta einsini ein avbjóðing.

Hóast tað neyvan er líkamikið, hvar í landinum tú ert staddur, so verður veðrið gott komandi vikuna.

DMI sigur mest turrveður, kanska tó ikki hósdagin tá tað kann fara at regna, og hitin annars upp í 15 stig serliga tíðliga í vikuni.

Yr.no sigur ikki so nógvan hita, helst ikki meira enn 8 stig, ælstroyggj mikukvøldið og hósmorgunin og so ikki aftur fyrr enn leygardagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo