Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Mítt tastatur

Og her hava vit gingið og hildið, at gøtumenn vóru millum raskastu menn í verðini.

Hava arbeitt seg upp úr ongum og sett hús og heim og heilsu í veð og strevað seg upp gjøgnum viðgongd og mótgongd og kreppur av øllum handa slagi í ættarlið.

Vit fáa nú at vita, at tað, at Varðin hevur eitt virði uppá túsund miljónir, onki er at reypa av.

Tí nú avdúkar ungi formaðurin í Búskaparráðnum, at gøtumenn eru komnir sovandi til tað heila.

Ikki bara tað, men landsstýrið ætlar at geva teimum ein kodda at sova víðari á, meðan teir ríka seg upp.

Í reglunum fyri Búskaparráðið lesa vit, at uppgáva ráðsins er at fylgja við búskaparligu gongdini í landinum og at koma við ”óheftari” búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina.

Ráðið skal árliga gera tvær konjunkturfrágreiðingar, sum verða almannakunngjørdar 1. mars og 1. september.

Men nú stjórnarskifti er farið fram, tekur Búskaðarráðið nýggjan leiklut á seg.

Ráðið hevur aldri áður gjørt viðmerkingar til lógaruppskot.

Ráðið er als ikki hoyringspartur í málinum um nýggja fiskivinnuuppskotið, men kemur kortini sum ketta úr høvdatrog við ”hoyringssvari”, sum sáplar uppskot landstýrisins niður til stóra fragd fyri serliga KVF, hvørs kønkandi mikrofonhaldarar ikki fingu eitt bein til jørðina, tá løgmaður og fiskimálaráðharrin endiliga sluppu framat at svara høpisleysu ákoyringunum frá føstu setursfrøðingum útvarpsins.

Ikki er sørt, at Búskaparráðið heldur seg flóta eitt vet omanfyri øll hini, tá staðfest verður, at ”tá talan er um so avgerandi reglur fyri føroyska búskapin, eigur ráðið at geva sítt fakliga íkast.”

Vi alene vide.

Umframt afturvendandi svaduna um vælsignilsið við uppboðssøluni, sum eftir fýra ára royndir er ein total fiasko, so insinuerar Búskaparráðið í hesum “hoyringssvari” um komandi umveltingar, sum fara at elva til arbeiðsloysi – enntá langtíðararbeiðsloysi.

Sammett verður við slupptíðina og línubátatíðina við vantandi tøknimenning og vantandi produktiviteti og stórari fólkafráflyting.

Umráðandi er, at slík tíðarskeið ikki koma aftur – og tí mugu vit koyra allan fisk á uppboðssølu.

Tí tað riggar og eigur at fáa ein tjans sambært Búskaparráðnum.

Uppboðssølan hevur mótsatt tí vit billa okkum inn prógvað, at hon virkar.

Hetta minnir ikki sørt um døpru spádómarnar hjá einum øðrum serfrøðingi á Hagstovuni, sum fyri fáum árum síðan segði, at her fór at verða fólkatómt í Føroyum ár 2020.

So nógv fyri fakligheitina.

Eftir meting Búskaparráðsins kann umrødda “gávan” til reiðaríini gerast ein “koddi at sova á”.

So vit fara at ynskja gøtumonnum og øllum øðrum góðanátt.

Sovið væl.

Tí hava vit økt fólkavøksturin so stórliga og ríkað okkum so upp so nógv, meðan tit hava sovið, so sovið tit søtan víðari.

Ein vælsignað svøvn"gáva".

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo