Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Vinna

Føroyar hava síðani 2010 goldið 74.004.000 krónur í limagjaldi til ES, FP7 og Horizon 2020, og Føroyar hava fingið 46.320.459 krónur aftur sum stuðul til ymiskar verkætlanir.

Tað vísur yvirlit sum VP hevur fingið frá Granskingarráðnum.

Feløg, sum fáa tað nógva av stuðlinum frá ES, eru feløgini PF. Syntesa, Syntesa Aps (DK) og Ocean Rainforest, til millum annað verkætlanir undir heitinum PrimeFish, ClimeFish og FarFish, bert fyri at nevna nakrar verkætlanir.

Áður nevndu feløg hava tilsamans fingið 21.481.982 krónur, ella 46,38 prosent av samlaðu upphæddini, og um Bitland verður tikið við, verður talan um 51 prosent av samlaðu upphæddini, sum er latin Føroyum aftur í stuðli.

Yvirlit yvir verkætlanir, sum hava fingið játtað stuðul frá FP7 - trýst her

Yvirlit yvir verkætlanir, sum hava fingið játtað stuðul frá Horizon 2020 - trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo