Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Tórshavnar kommuna: Mentamálanevndin í Tórshavnar býráð hevur á fundi 5. apríl einmælt samtykt at seta ferð á ætlanina um at byggja golfvøll á Glyvursnesi.

Síðani oyggjaleikir 2011 á Isle of Wight hevur verið arbeitt miðvíst við golfvølli á Glyvursnesi. Tá samdust kommunan og landsstýrið um, at kommunan skuldi byggja vøllin, meðan landið skuldi fáa lendið til vega soleiðis, at golfvøllurin skuldi standa liðugur at brúka til Oyggjaleikir í Føroyum 2019.

Tíðliga í 2013 heitti kommunan á Edwin Roald, viðurkendan íslendskan golfvallar-arkitekt, um at gera verkætlanaruppskot til golfvøll við 18 holum, driving range, felagshentleikum v.m. Býráðið tók undir við uppskotinum á sumri sama árið.

Tá hevði løgtingið eisini gjørt broyting í lógini um landsjørð soleiðis, at kommunur kunnu leiga landsjørð til almannagagnlig endamál. Samsvarandi hesum søkti kommunan um at leiga eitt 630.000 fermetrastórt lendi á Glyvursnesi til golfvøllin.

Enn hevur ikki eydnast kommununi at fáa leiguavtalu við Búnaðarstovuna, tí semja er ikki fingin í lag um endurgjald til festararnar. Løgtingið játtaði upprunaliga Fiskimálaráðnum kr. 4 mió til at brúka til endurgjald.

Nýggj byrjan og tilgongd
Eingir oyggjaleikir verða í Føroyum í 2019, men ætlanin um golfvøll er á ongan hátt slept, tí golfvøllurin rúmar so nógv meira enn eina oyggjaleikakapping.

Golf er fólkaítrótt kring stóran part av heiminum. Umframt at hava stóran ítróttaligan og ferðavinnuligan týdning, er golfvøllurin á Glyvursnesi eisini eitt stórt náttúrufríøki í høvuðsstaðnum við alskyns møguleikum fyri heilsugóðum virksemi, trivnaði og upplivingum bæði hjá yngri og eldri.

Mentamálanevndin ásannar, at tað at byggja golfvøll, ið hevur altjóða støði, er stór og krevjandi verkætlan. Nevndin hevur tí í samráð við Tórshavnar Golffelag umbiðið eitt tillagað verkætlanaruppskot, sum byggir á uppskotið hjá Edwini Roald frá 2013, men har bygt verður í hóskandi stigum yvir eitt longri áramál.

Edwin Roald, golfvallar-arkitektur, hevur játtað at standa fyri nýggju tilgongdini, og kemur á arbeiðsvitjan longu eftir páskir.

Mentamálanevndin hevur somuleiðis biðið umsitingina um saman við landsstýrinum at fáa til vega rættindi til lendið sum skjótast.

Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini, sigur, at golfvøllurin á Glyvursnesi er ein av teimum fremst raðfestu íløguætlanunum hjá býráðssamgonguni, og fegnast hon um góðu politisku undirtøkuna í býráðnum.

- Nú vóni eg, at allir partar vilja fáa lendisspurningin avgreiddan og ongantíð ov skjótt, so henda týðandi og spennandi ætlan kann fremjast komandi árini, sigur Gunvør Balle.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo