Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe
Politikkur

Á Árnasavninum - ella Arnamagneanska savninum - í Keypmannahavn hava tey avmyndað øll skjølini í teirra goymslum, sum annaðhvørt hava upprunað úr Føroyum ella hava føroyskt innihald.

Tey fyrstu handritini eru longu tøk á www.handrit.org, og so hvørt sum skrásetingarnar eru eftirkannaðar og dagførdar, koma fleiri skjøl í ljós fyri almenningin. Hetta fortaldu Anne Mette Hansen og Jógvan Isaksen fyri mær og landsskjalavørðinum Sámal Tróndi Johansen á fundi í síðstu viku.

Við hesum átaki eru avrit av skjølunun eisini tryggjaði á digitalum goymslum, og slóðað er fyri at flyta heim til Føroya mentanardýrgripir sum Húsavíkarbrøvini, Fugloyarbók og skjalasavn hjá Hammershaimb.

Elstu skjølini eru frá 1200 talinum, og saman við kvæðasamlingunum eru tey partur av tjóðarinnar dýrmætasta mentanararvi.

Magni Arge, fólkatingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo