Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Fyrsti kurvabóltsdysturin í landskappingini hjá kvinnum varð spældur í gjár, tá Hamar 1 leikti móti Hávi.

Tað sást longu frá byrjan, at nýggja felagið úr Klaksvík ikki hevði somu royndir og umstøður, sum havnarliðið Hamar hevði. Hamar legði seg klárt á odda og helt leiðsluna til dysturin endaði 54 –6.

Forkvinnan hjá Hávi, Erla Mirmansdóttir, sigur, at áhugin fyri kurvabólti vekstur støðugt, og hava ongar umstøður verið at vant fyrr enn nú. Stóri munurin á liðunum er nokk tann, at fleiri av Hamar kvinnunum hava vant í fleiri ár, og eru kvinnurnar í Hávi júst nú byrjaðar við reglurligari venjing.

Samstundis leggur hon afturat, at tær gott kundu hugsað sær, at fleiri komu at venja, so at liðið bleiv meira fjølbroytt og venjingarnar støðugar. Um umstøðurnar batna eitt sindur, og at kvinnur í norðoyggjaum sleppa til regluligar venjingar, verður ikki leingi, áðrenn tær fara at geva Hamar kamp.

Myndir frá dystinum

 

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo