Fríggjadagslátur verður sunnudagsgrátur
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Fyrsta málið, Náttúru- og umhvørvisnevnd Tórshavnar kommunu setti sær, tá ið nevndin varð endurstovnað í februar í fjør, var at orða ein umhvørvispolitikk.

Skipaður umhvørvispolitikkur er millum størstu uppgávurnar, mannaættin skal loysa hesa øldina. Tað er júst samtykti veðurlagssáttmálin á COP21-ráðstevnuni í París besta prógvið um. Úrslitið har gjørdist ikki so gott, sum vónað varð, men kortini betri, enn væntað varð.

Umhvørvispolitikkur Tórshavnar kommunu skal stinga út í kortið, hvussu kommunan frameftir skal tryggja, at atlit verða tikin til umhvørvi og náttúru.

Endamálið er, at Tórshavnar kommuna gerst ein grøn kommuna innan framtíðar orku og orkuskipanir, tilfeingi, rusk og skaðilig evni. Í einum grønum framtíðarsamfelagi verður orka vunnin úr varandi, reinum orkukeldum, og ikki úr avmarkaðum, dálkandi lívrunnum tilfeingi. Somuleiðis verður ansað væl eftir, hvussu rusk og skaðilig evni verða handfarin fyri at verja náttúru og umhvørvi.

Umhvørvispolitikkur er ein heimsuppgáva, sum ráðstevnan COP21 í París eisini bendir á, men hann er eisini ein landsuppgáva, kommunuuppgáva og staklingauppgáva. Hvør einstakur - tú og eg - kann og eigur at gera sítt til at tryggja okkara eftirkomarum eina góða framtíð.

Skal henda framsøkna ætlan eyðnast, er umráðandi, at øll í kommununi, børn og vaksin, virki og stovnar, standa saman um hana.

Somuleiðis er av stórum týðningi, at hvør einstakur borgari sleppur framat at mynda henda umhvørvispolitikk og kennir seg aftur í honum.

Samstarv og kunning eru lyklaorð. Tí heitir Tórshavnar kommuna á allar borgarar um geva sítt íkast og koma við hugskotum um, hvussu kommunan skal seta grønu kósina frameftir. Neyvari leiðbeining fæst á hesum leinki: http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=1372trýst her

Sigrún Mohr, vegna Náttúru- og Umhvørvisnevnd Tórshavnar kommunu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo