Tá lívið er fyrireikað á besta hátt...kemur deyðin
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Mynd Jens Kristian Vang

Kvívíkar kommuna: Tað er Articon, sum gerð nýggja kirkjugarðin í Kvívík, og hava teir nú grivið moldini av, so skjótt er klárt at spreingja, skrivar kommunan á síni heimasíðu.

- Innan stutta tíð fer Dia at laga niðara garðin og er ætlanin at alt arbeiðið verður liðugt einaferð heyst, skrivar kommunan.

Men eisini onnur arbeiði eru í Kvívíkar kommunu, eitt nú at fáa lagt vatn, el, og onnur rør í bátahylin á Válinum.

- Tað arbeiðið er komið væl áleiðis. Umleið hálvan august er ætlanin at fáa sett el-skáp upp og stakitt, og er enn ætlanin at taka hann í brúk síðst í august ella fyrst í september.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo