Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Gøtan oman til Hvítanesar varð tikin í nýtslu í sambandi við 175 ára minningarhaldið fyri Hvítanes í 2013.

Í stuttligari røðu tá segði Jákup Mørkøre, sum sum helt høvuðsrøðuna til hátíðarhaldið, at gøtan var eitt vælsignilsi. Hon var snøgg og vøkur, autoverja var móti vegnum og hegn eystanfyri, og har var ongin seyður.

Eisini gjørdi gøtan, at nógv tryggari bleiv at ferðast fram við vegnum.

Nú hava menn frá Tórshavnar kommunu asfalterað alla gøtuna frá rundkoyringini og oman á Hvítaneskrossin.

Fólk eru sera fegin um hetta, serliga fegnast tey mongu gongufólkini um, at nú er høgligari bæði at ganga og renna hetta strekkið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo