Uttan arbeiði eingin hvíld, uttan stríð eingin sigur
- føroyskt orðatak
Vinna

Ferðavinnan í Føroyum er voksin við einari rúkandi ferð hesi farnu árini. Ferðafólkatalið er økt munandi og somuleiðis útboðið til tey ferðandi.

Viðvíkjandi síðstnevnda er ein av teimum nýggju aktørunum í ferðavinnuhøpi í Føroyum visitHOMES Faroe Islands, sum Lilja Víká úr Leirvík eigur og rekur.

Konseptið hjá visitHOMES er, at fólk - ella vertir, sum Lilja sjálv málber seg - seta seg í samband við fyritøkuna og bjóða hús síni fram, sum fyritøkan síðan leigar út. Inntøkan av leiguni verður hareftir býtt ímillum vertirnar og visitHomes Faroe Islands.

VisitHOMES Faroe Islands varð sett á stovn í mai 2016, og hevur tað higartil hilnast sera væl hjá fyritøkuni - væl betur enn væntað, sigur Lilja Víká í samrøðu við VP í kvøld.

- Tað hevur gingið rættiliga væl hjá okkum higartil. Vit høvdu ikki trúð, at tað fór at ganga so væl. Fyrsta árið vóru tað nógvir týskarar, sum leigaðu frá okkum, og annars hava tað verið fólk frá øllum heiminum, sum hava leigað frá okkum, harímillum nógvir kinesarar, sigur Lilja.

Hon sigur víðari í samrøðuni við VP, at visitHOMES hevur 40 sengur um hendi kring landið og alskyns sløg av húsum - alt frá húsum frá 1700-talinum til luksusíbúðir í Havnini.

Lilja er útbúgvin hotelreseptionistur og umframt at hava arbeitt innan hetta yrkið, hevur hon ferðast nógv í Evropa. Tað er við støði í hesum royndum, at hon hevur fingið íblásturin til visitHOMES Faroe Islands.

- Fyri at siga tað soleiðis, so sleppa vit undan at seta okkum í samband við fólk, svarar Lilja, tá hon verður spurd, um tað er fyritøkan, sum vendir sær til fólk kring landið fyri at sleppa at leiga út, ella um tað er øvugt.

- Fyritøkan leggur seg eftir at vera burðardygg og at brúka tað, sum vit hava av húsum og øðrum, umframt at fyritøkan eisini leggur seg eftir at geva bæði gestunum og vertunum eina góða uppliving.

- Tað er eitt motto hjá fyritøkuni at geva aftur til lokalsamfelagið, og samstarvar fyritøkan tí við ymiskar aktørar í nærumhvørvinum, sum harvið eisini fáa ein ágóða av ferðavinnuni, sigur Lilja og leggur aftrat, at fyritøkan hevur enn ikki nakra heimasíðu, men nýtir aðrar heimasíður umframt Facebook til at røkka kundunum.

Trý fólk eru knýtt at fyritøkuni umframt vertirnir kring landið.

Lilja sigur at enda, tá hon verður spurt um framtíðarætlanir fyri visitHOMES Faroe Islands, at fyritøkan hevur higartil lagt seg eftir útlendska marknaðinum, og at fyritøkan allatíðina hevur nýggj mál, sum hon setur sær fyri at røkka.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo