Tann av tykkum, sum er uttan synd, hann kasti fyrsta steinin...
- Jesus úr Nasareth
Vinna

Google hevur í nátt avmarkað atgongdina hjá Huawei brúkarum til android stýriskipanina. Tað merkir millum annað, at hesir brúkarar ikki longur fáa brúkt eina langa røð av appum sum teir eru vanir, eitt nú Gmail, YouTube og Google Play store.

Einar 2,5 milliardir fólk kring heimin brúka Huawei telefon við Google appum og hesi fólkini fara framvegis at kunna dagføra sínar appir, verður upplýst frá Google.

Tað er áhaldandi handilskríggið ímillum USA og Kina sum er orsøk til hetta stigið hjá Google, og hósdagin setti Donald Trump, forseti, Huawei á ein svartalista yvir handilssambond hjá USA, skrivar DR.dk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo